Saturday, November 22, 2008

ein heilsan til albert camus

Reinasta gleðin
er gleðin við at liva á hesi jørð
Ein sorgarleikur
er deyði hins unga..
Hetta hevði tú fyri munni
tá tú eldhugaður grundaði um tað,
sum undir sólini ferðast
Ikki visti tú tá
at lagnan skuldi gerast tín fíggindi
tá hon miskunnarleyst stjól teg
og fjaldi teg undir ævinleikans vølli
Undirmettur ella ei
gavst tú foldini bæði roykilsi og myrru
men enn spøkja millumrúmini
ið fáa meg at skelva
so góði sig tú mær,
stríðist Sisyfos enn?
og um so er,
frøist hann?

No comments: