onkuntíð kennist tað
sum eg missi meg sjálva
áðrenn tíð tilvitskunnar
hvat er hvat er hvat? er?
ov sein til orðini og
minnist ikki myndirnar frá í áðni
Saturday, November 22, 2008
millumrúmini
onkuntíð
tá róin valdar
eru millumrúm
ið fáa meg at sveima
ikki fjart, men djúpt
til løgin støð
ið einans tónar kunnu lýsa
kveistrandi normar
og spírandi sannleikar
millumrúmini styrkja og oyðileggja meg
tá róin valdar
eru millumrúm
ið fáa meg at sveima
ikki fjart, men djúpt
til løgin støð
ið einans tónar kunnu lýsa
kveistrandi normar
og spírandi sannleikar
millumrúmini styrkja og oyðileggja meg
04.07.07
er tað soleiðis kærlekin smakkar?
og soleiðis sæla er íklædd?
rúsaði av lívinum sveimaðu vit saman
umgyrd av heitum tónum..
orðaleyst tosaðu vit saman
sum rastafarisystkin
og soleiðis sæla er íklædd?
rúsaði av lívinum sveimaðu vit saman
umgyrd av heitum tónum..
orðaleyst tosaðu vit saman
sum rastafarisystkin
ein heilsan til albert camus
Reinasta gleðin
er gleðin við at liva á hesi jørð
Ein sorgarleikur
er deyði hins unga..
Hetta hevði tú fyri munni
tá tú eldhugaður grundaði um tað,
sum undir sólini ferðast
Ikki visti tú tá
at lagnan skuldi gerast tín fíggindi
tá hon miskunnarleyst stjól teg
og fjaldi teg undir ævinleikans vølli
Undirmettur ella ei
gavst tú foldini bæði roykilsi og myrru
men enn spøkja millumrúmini
ið fáa meg at skelva
so góði sig tú mær,
stríðist Sisyfos enn?
og um so er,
frøist hann?
er gleðin við at liva á hesi jørð
Ein sorgarleikur
er deyði hins unga..
Hetta hevði tú fyri munni
tá tú eldhugaður grundaði um tað,
sum undir sólini ferðast
Ikki visti tú tá
at lagnan skuldi gerast tín fíggindi
tá hon miskunnarleyst stjól teg
og fjaldi teg undir ævinleikans vølli
Undirmettur ella ei
gavst tú foldini bæði roykilsi og myrru
men enn spøkja millumrúmini
ið fáa meg at skelva
so góði sig tú mær,
stríðist Sisyfos enn?
og um so er,
frøist hann?
Friðarskjól
Tómleikin ansar eftir mær
Onkur bjóðar mær eitt oyra
Eg hvíli, uttan at vita hví
Eri vís í at onkur sær meg
har úti onkustaðni,
ið viti ikki finnur veg
Onkur bjóðar mær eitt oyra
Eg hvíli, uttan at vita hví
Eri vís í at onkur sær meg
har úti onkustaðni,
ið viti ikki finnur veg
Halgimenni
Tit vøkru menniskju
ið prýða mína havn
Onkuntíð gloymi eg
at virði tykkara er stórt
Tá eg hati, bíða tit
Tá eg gleðist, spyrja tit
Tit kenna meg,
tá eg ikki geri tað sjálv
ið prýða mína havn
Onkuntíð gloymi eg
at virði tykkara er stórt
Tá eg hati, bíða tit
Tá eg gleðist, spyrja tit
Tit kenna meg,
tá eg ikki geri tað sjálv
Subscribe to:
Posts (Atom)